2026-03-09 12:00
Kári J. á Høvdanum er valdur til nýtt forfólk í Svimjisambandi Føroya eftir aðalfund 7. mars, skrivar Svimjisambandið.
Hann var einsamalt uppskot til forfólk og síðani vórðu Sabina Poulsen og Annika J. Olsen vald til nevndarlimir, eftir at hini uppskotini høvdu trekt seg.
Í sambandi við vali av tiltakslimi, hendi tað serliga, at valið millum verandi tiltakslimin Rúna Gaardbo og uppskotið Ian Salter endaði á jøvnum. Tí varð neyðugt við lutakasti, sum Rúni Gaardbo vann.
Hetta var eftir at eitt triðja uppskot hevði trekt seg uppundir valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald