Leygardagin 7. mars var Nordic Indoor Championships róð í talgildari kapping, og skipaði Róðrarsamband Føroya í hesum sambandi fyri felags karmum til føroyskar rógvarar í ítróttarhøllini við Streymin.
38 íkarar, sum samanlagt róðu 59 setur, valdu at savnast til kappingardagin saman við øðrum rógvarum og Róðrarsambandi Føroya. Eisini skipaðu nøkur feløg fyri hugnaligum kappingardegi í egnum hølum.
Samanlagt róðu føroyskir íkarar 92 setur kring landið (staffettir ikki íroknaðar), og úrrtøkan var sera góð. Føroyingar fingu nevniliga 60 heiðursmerkir tilsamans - 25 gull, 18 silvur, og 17 bronsu.
Hetta merkir, at føroyskir rógvarar vunnu 75 prosent av øllum teimum møguligu heiðursmerkjum í teimum bólkum, har føroyskir íkarar luttóku, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald