Fótbóltur

Video: Bjartalíð avgjørdi í fyrsta kappingardystinum í Kasakstan

Klaksvíkingurin kom inn í steðginum, tá tað var 0-1. Føroyski landsliðsspælarin skoraði til 2-1 í 89. minutti eftir langa renning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-09 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann vann sjálvur bóltin tætt við egna brotsteig, spældi hann víðari og fór síðani avstað. 10'arin í reyðum fekk bóltin aftur við hina brotsteigarstrikuna, snýtti ein mótstøðumann og setti "kalda" høga beinið á.

Tað var 29-ára gamli klaksvíkingurin, sum avgjørdi fyri FC Kyzylzhar í kasakiska kuldanum í gjár.

Sí málið eftir 8.30 í videobrotinum ovast - ella á almennu Youtube-síðuni hjá fremstu deildini í Kaskastan

Jóannes Bjartalíð varð skiftur inn í steðginum og gjørdi bart í 1. umfari. FC Kyzylzhar vann 2-1 á heimavølli móti Kaspiy Aktau, og føroyingurin varð avgerandi.

Í vetur valdi sáttmálaleysi landsliðsspælarin at royna nakað nýtt. Um eina viku, mánadagin 16 mars, spæla Jóannes Bjartalíð og liðfelagirnir aftur í bestu deildini í Kasakstan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder