Hondbóltur

Video: Flúgvandi føroyingur avgjørdi í Helsingborg

Við sínum fimta máli tryggjaði Tróndur Mikkelsen Karlskrona tvey týðandi stig. Talan var um flúgvara í seinasta sekundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-10 19:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tróndur for president

Soleiðis skrivar heimaasíðan hjá HF Karlskrona í sambandi við at føroyski bakspælarin avgjørdi dystin í Helsingborg í gjár.

Hetta var við flúgvara í allarseinasta sekundi.

- Har kom ein "japanari" (soleiðis kalla tey ein flúgvara í Svøríki, red.) frá einum føroyingi. Tróndur Mikkelsen gjørdist stóra hetjan við málinum til 36-35, tá eitt sekund var eftir.

Sí málið seinast í videobrotinum ovast ella her

Sigurin hjá Trónda og teimum merkir, at Karlskrona framvegis hevur góðan møguleika at koma i ovara endaspælið í bestu svensku deildini, nú tvey umfør resta í av grundspælinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder