- Tað er ikki bara í fótbólti ella hondbólti, at ÍF Føroyar nú ger um seg. Fimleikur er eisini blivið partur av felagnum, og um vikuskifti eydnaðist tað ÍF Føroyum at vinna Sjællandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki.
Hetta staðfestir Føroya Fimleikasamband á heimasíðu sínari.
Kappingin var í Køge, og tá avtornaði fekk ÍF Føroyar 15,95 stig – eitt stig frammanfyri nummar 2. Føroysku fimleikararnir vóru harvið bestar á Sælandi.
Royndir íðkarar úr Føroyum - øll estitisku feløgini umboðaði
Sambært fimleikur.fo er undirtøkan fyri fimleikinum í ÍF Føroyum er góð. 35 fimleikarar eru virknir í felagnum, og tvær ferðir um vikuna møta eini 15-20 kvinnur til venjing í einari fimleikarhøll á Oyrasundi á Amager.
Hetta eru nakað færri venjingar, enn kvinnurnar eru vanar við úr Føroyum, tá tær vóru virknar her: Talan er um íðkarar, ið hava gjørt vart við seg í føroyskum fimleiki, men sum í løtuni eru í danska høvuðsstaðnum í lestrarørindum.
Í ÍF Føroyum eru øll tey estetisku fimleikafeløgini í Føroyum umboðað, og til kappingina um vikuskiftið var liðið mannað við: Miriam J. Johansen, Sandru Hansen, Sunnvá Weihe Johannesen og Rósu á Lógv úr Støkk, Fíu Smith og Barbu á Brúnni úr Havnar Fimnleikafelag, og Helenu Guttesen úr Ljósinum.
Venjarar hjá gullliðnum vóru Maria Jacobsen úr Ljósinum, Debora Mikkelsen, ið hevur verið virkin bæði í Støkk og í Flog, Tóra Norðá úr Klaksvíkar Fimleikafelag, og Bára Justinussen úr Havnar Fimleikafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald