Fótbóltur

U15-landsliðið við gentum úttikið

Nýggi landsliðsvenjarin hjá U15-landsliðnum hjá gentum, Pauli Poulsen, hevur nú kunngjørt sín fyrsta landsliðshóp.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-05-22 17:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í døgunum 21. til 26. august fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Riga í Lettlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2019. Umframt Føroyar og Lettland, verða Estland og Litava eisini við í kappingini, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Pauli Poulsen er venjari hjá U15-gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið er úttikin til komandi kapping.

Í juni og juli mánað eru fleiri venjingar á skránni, umframt ein venjingarlega, sum verður á Svangaskarði dagarnar 17. og 18. august.

Hópurin

Astrid Mittfoss, B36

Agatha K. Djurhuus, TB

Jórun Nejma Patawary, KÍ

Vár Johannesen, KÍ

Thala Ann Venned, KÍ

Jóhanna Sørensen, Vildbjerg IF (DEN)

Anna Katrina Mikkelsen, Skála

Sólja Ernstdóttir, Skála

Marita F. Magnadóttir, Skála

Rakul Sørensen, Víkingur

Fanny Kata Turi, Víkingur

Brynhild Janusardóttir, Víkingur

Halla E. Joensen, TB/Royn

Vár Edvardsdóttir, 07 Vestur

Nicola Toftegaard, ÍF

Gunnvá Lutzen, HB

Fríða M. Jakobsen, HB

Lea T. Johannesen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder