Hondbóltssamband Føroya hevur fyri fyrstu ferð skipað fri triðja stigs venjaraútbúgving.
Eftir eitt ár við læru og 165 undirvísingartímum tilsamans, har venjararnir hava skula arbeitt bæði praktist og teoretiskt, fingu teir 11 venjarnir prógv í vikuni, og kunnu teir við hesum sleppa at søkja starv sum EHF meistara venjari ( EHF Master Coach).
HSF fegnast um stóra áhugan fyri venjaraútbúgvingini og verður støðugt arbeitt við at menna og styrkja venjarastøðið í føroyskum hondbólti, verður skrivað á síðnui hjá Honsbóltssambandinum.
![]()
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald