Fótbóltur

Ari sendi HB í finaluna

HB fekk einsamalla málið í dystinum í 89. minutti, og tað var Ari Mohr Olsen, ið gjørdist matchvinnari við Djúpumýru.

HB-leikararnir kundu fegnast í 90. minutti og eftir seinasta bríksl í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

HB-leikararnir kundu fegnast í 90. minutti og eftir seinasta bríksl í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-22 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ein taktiskur dystur við nerva, har einki varð avgjørt fyrrenn til allarseinasta bríksl, tá HB og KÍ hittust til aðru hálvfinaluna í Klaksvik. KÍ hevði leiðsluna frá fyrra dystinum, og HB skuldi skora við Djúpumýru í kvøld fyri at hava møguleika at røkka steypafinaluni annað árið á rað. Tað var um reppið, at KÍ helt HB frá tí, men beint áðrenn 90 minuttir vóru leiktir, sló áleyparin hjá HB enn einaferð til móti arvafíggindanum.

Tað var HB, sum jagstraði allan dystin. Útiliðið var meira á bóltinum í serliga 1. hálvleiki, men ígjøgnum dystin hevði HB tað trupult við at skapa púra upplagdar møguleikar. Havnarmenn komu tó til spentar støður í 2. hálvleiki, men vóru ikki nóg avgjørdir, og tá innlegg og annað vórðu løgd innfyri, vóru Kristian Joensen og verjuleikararnir til reiðar.

KÍ hótti eisini hinvegin, og serliga í 2. hálvleiki kom heimaliðið í nakrar støður. 0-0 var tó nóg mikið til at koma víðar, og sum hálvleikurin leið høvdu klaksvíkingar betri og betri tíð til málspørk, innkøst o.a., og tað kom meira og meira lív í stóru heimafjøldina, sum tevjaði finaluna. HB arbeiddi væl, men fekk ikki lagt eitt tungt trýst. Tá samanum kom, vóru tað tó mongu útiáskoðararnir, ið kundu fegnast saman við teirra leikarum.

Eins og í fjør var tað Ari Mohr Olsen, ið gjørdist matchvinnari í Klaksvík. Hann skoraði einsamalla málið í oddadystinum a Summarfestivalinum, og hann sendi HB á FM kós í 2-0 sigrinum 23. september. Aftur í dag skoraði Ari til 1-0 við Djúpumýru, tá bólturin varð spældur ígjøgnum til hann. Sandoyingurin var eirindaleysur og smekkaði bóltin undir Kristian Joensen; so var frøi á teimum í reyðum og svørtum. Ari skoraði eisini til 1-1 í fyrru hálvfinaluni.

Tað var ov seint hjá KÍ at svara aftur, og harvið fær HB aftur møguleikan at spæla um Løgmanssteypið í heyst. Hvat mótsstøðuliðið verður, vita vit um áleið eitt samdøgur. Víkingur og Skála spæla seinnu hálvfinaluna kl.18.00 í annaðkvøld. 


Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið - 22.05 Við Djúpumýru
KÍ - HB 0-1 (0-0) *1-2 samanlagt
89' Ari Mohr Olsen 0-1 

KÍ (4-4-2): 
Kristian Joensen - Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen (90' Aksel Bjartalíð Danielsen) - Jóannes Bjartalíð, Simen Sandmæl, Jákup B. Andreasen (L), Jóannes Kalsø Danielsen (83' Jonn Johannessen) - Patrik Johannesen, Boris Dosljak (90' Darius Lewis)
Gult kort: Jesper Brinck

HB (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Dan í Soylu (68' Bartal Wardum), Tróndur Jensen, Símun Samuelsen (90' Sìmun Samuelsen) - Sebastian Pingel (68' Pætur J. Petersen), Ari Mohr Olsen
Gult kort: Magnus Egilsson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder