Fótbóltur

Skulu til San Marino heldur enn til Dubai

Vegna krígsstøðuna í Miðeystri eru ætlaðu dystirnir hjá føroyska manslandsliðið síðst í mars avlýstir. Ístaðin verður styttri venjingarlega og dystur í San Marino - hópurin verður úttikin mánadagin, samstundis sum U21-hópurin sum skal til Sveis.

Kríggið í Iran og Miðestri órógvar: Dystirnir móti Sameindu Emirríkini og Singapor - og venjingarlegan á ókendum staði - blivu av ongum (Mynd: Sverri Egholm)

Kríggið í Iran og Miðestri órógvar: Dystirnir móti Sameindu Emirríkini og Singapor - og venjingarlegan á ókendum staði - blivu av ongum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin klokkan 10:00 fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, sum eru á skránni seinni í mánaðinum.

Tær eru:

San Marino (A-landsliðið) og Sveis (U21-landsliðið)

Fyri A-landsliðið er talan um venjingardyst, sum verður á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 17:00.

Hetta upplýsir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari seinnapartin. 

Eftir ætlan skuldi manslandsliðið spæla tveir venjingardystir í Emiríkjunum - í Dubai. 

Men øðrvísi mótsstøðan - Sameindu Emirríkini og Singapor - og venjingarlegan á ókendum staði bleiv av ongum. FSF staðfestir, at ófriðurin í Miðeystri hevur havt við sær, at hesir dystir eru avlýstir.

Ístaðin verður talan um ein dyst og venjing í nakrar dagar í San Marino.

U21 lykladyst í Sveis

Hjá U21 landsliðnum er talan um EM undankappingardyst, sum hesaferð skal møta Sveis á útivølli. Sveis vann tættan dyst á Tórsvølli í oktober, og kappast liðini um 2. pláss.

- Føroyska U21 landsliðið fekk eina framúr byrjan uppá EM undankappingina við at vinna fyrstu tríggjar dystirnar. Síðani er nakað av stígið komið í, men áðrenn dystin móti sveisarum eru Føroyar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum – 1 stig aftanfyri Frankaríki, men samstundis 1 stig frammanfyri bæði Sveis og Ísland. Øll hesi hava spælt fleiri dystir Hini londini í bólkinum eru Luksemborg og Estland.

Í sambandi við nevndu dystir verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 16. mars klokkan 10:00.

Á tíðindafundinum fara Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari, og Ólavur Mikkelsen, U21 landsliðsvenjari, at kunngera hóparnar til komandi uppgávur, skrivar FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder