Tað var millum lítið og einki undirhald í fyrra hálvleiki hetta góðveðursfríggjakvøldið í Sarpugerði, tá fyrsti dysturin í 2. umfari í Meistardeildini varð spældur.
Víkingur kom tó út við einum øðrum aðrari geislan eftir steðgin, og tað burdi staðið 1-0, tá heimaliðið kom til tvífaldan málmøguleika: Fyrst Mikkel Hyllegaard og síðani Jørgen Nielsen, men Silas Eyðsteinsson var fyri skotinum hjá dananum, og síðni bjargaði B36 í málteiginum.
Verjuparturin hjá B36 var fínur, har Heini Vatnsdal í stóran mun stóð sterkur í myndini. Men útiliðið vísti millum lítið og einki við bólti. Liðið hjá Jákup Martini Joensen vildi - ella megnaði ikki - at skapa nakað nevnivert frameftir: B36 hevði eitt skot á Víkinga-málið.
Hoyr eisini: Viðmerkjari: - Verjurnar hjá Víkingi og B36 stóðu seg sera væl
Hinvegin gekk fínt hjá teimum ljósabláu at skapa støður eftir steðgin, og millum annað hevði Aron Benjaminsen hevði góða skot. 18-ára gamli vongurin spældi sín fyrsta dyst frá byrjan hjá Víkingi - hann byrjaði ístaðin fyri ein, sum so at siga ongantíð byrjar á bonkinum hjá Víkingi.
Sølvi Vatnhamar er nú liðformaður, og hóast 40-ára gamli leirvíkingurin ikki hevur havt ein perfektan uppstart, spældi Sølvi Vatnhamar 90 minuttir í Runavík í 1. umfari.
Fefaldi ársins spælari í Føroyum hevur havt ryggtrupulleikar í seinastuni men kundi spælt meira enn 20 minuttir í dag. Jóhan Petur Poulsen valdi tó at hava liðformannin á bonkinum í 71 minuttir.
![]()
Ein óvand støða hjá Sølva Vatnhamar og Víkingi - nummar 10 ikki í byrjanaruppstillingini til týðandi dyst. (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Stutt eftir at nummar 10 hjá Víkingi kom á vøllin, fór B36 frá ellivu niður í tíggju mans. Símun Sólheim steðgaði einum Víkinga-kontra óneyðuga harðliga, og høga takklingin aftanfrá móti Jákupi Johansen kostaði beinleiðis reytt kort. Símun mótmælti, men Heini Ziskason Viðoy ikki í iva.
Víkingur gagnnýtti ikki yvirtalið, men júst Jákup hevði besta møguleikan í yvirtalið eftir gott forarbeiði hjá Inga Jonhardsson - og so var eitt ógvuliga tunt fríspark, sum var dømt móti Víkingi í B36-brotsteignum.
Liðið úr Eysturkommunu er á talvuni eftir tveir tættar dystir; í kvøld var Víkingur betra liðið. B36 bergtók als ongan við bóltinum, men kann møguliga brúka stigið til meira, um hesi bæði koma at kappast um 4. plássið aftur. B36 er, undan teimum fýra dystinum sunnudagin, fyribils á fyrsta plássið í Meistaradeildini við fýra stigum.
Sí eisini: Jákup Martin Joensen: - Gott verjuavik og vit taka til takkar við einum stigi![]()
Hinir dystirnir í 2. umfari:
Sunnudagin 15. mars
15.00:
HB - 07 Vestur
EB/Streymur - AB
KÍ - NSÍ (FM1)
17.15: B68 - Skála (FM1)
![]()
Sí eisini: Arnbjørn Svensson: - Í tí stóra og heila spæla vit ein góðan dyst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald