Klokkan 15 føroyska tíð er lykladystur í triðseinasta umfari í grundspælinum í fremstu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Har hittast ein av heimsins besti ungu spælarum, sum er úr Hoyvík, og evropameistarin og ferfaldi heimsmeistarin úr Havn.
Liðið hjá Óla Mittún er nummar trý - GOG er eitt stig aftanfyri Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF. Harvið er neyðugt hjá liðnum av Fjóni at vinna í dag.
Sí eisini: GOG vann seinasta bólkadystin í Champions League - Óli Mittún við seks málum
Dysturin millum GOG og Skanderborg AGF sæst á høvuðsrásini hjá TV2, umframt á stroymingartænastuni TV2 Play.
![]()
Jóhan á Plógv Hansen undir EM-endaspælinum í januar, sum hann var við at vinna fyri Danmark (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald