Annað

Tíggju flogbóltsfinalur í Trongisvági

Yvirlit: Fríggjadagin og leygardagin vórðu FM-finalurnar hjá yngru flogbóltsdeildunum leiktar.

Kvinnuunglingar hjá Mjølnir (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Kvinnuunglingar hjá Mjølnir (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2026-03-15 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin vórðu tær 10 FM-finalurnar hjá yngru flogbóltsdeildunum leiktar í høllini í Trongisvági.

G16: SÍ-KÍF 3-0 (25-11, 15-14, 15-16)
Fyrsti dysturin í finaluvikuskiftinum fyri yngru deildirnar var ímillum SÍ og KÍF fyri gentir 16. SÍ gjørdist føroyameistari.

Talan gjørdist ikki um ein spennandi dyst. Hartil vóru sørvágsgentir ov sterkar og vælleikandi.

Dagsins leikari gjørdist ikki óvæntað Anna Katrina í Haraldstovu.

[object Object]

G14 bólkur 2: TB a - Ternan 3-1 (25-16, 25-20, 22-25, 26-24)
Tvøragentir gjørdust føroyameistarar í bólki 2 við Gentum 14. Talan gjørdist um ein rættuliga spennandi og javnan dyst.

Eftir, at TB a vann fyrsta settið sannførandi kom Ternan afturíaftur og byrjaði at býta frá sær. Annað settið gjørdist rættuliga javn, men TB a vann tað.

Ternan fór avstað við triðja settinum og sá leingi út til eisini at fara at vinna fjórða settið eisini og harvið tryggja sær ein javnbrótara.

Móti endanum av settinum kom TB a tó fyri seg aftur og vann settið 26-24 og harvið eisini meistaraheitið.

Dagsins leikari gjørdist Linda Rénedóttir Thomsen úr TB.

[object Object]

D14: TB-SÍ 3-0 (25-12, 25-10, 25-16)
TB dreingirnir vunnu rættuliga greitt á SÍ.

TB er føroyameistari fyri dreingir 14. Tvørádreingirnir vunnu á einum rættuliga ungum SÍ liðið, sum kempaði væl ímóti stóru og vælleikandi TB leikarunum.

Undir dystinum var ivi ongantíð um úrslitið. Til tess vóru TB dreingirnir ov sterkir.

Dagsins leikari var Allan Christiansson Sørensen úr TB.

[object Object]

G14 bólkur 1: SÍ - B71 3-0 (25-9, 25-18, 25-17)
SÍ tryggjaði sær føroyameistaraheitið fyri gentir 14, bólkur 1.

SÍ genturnar vóru ov sterkar fyri B71, so veruligur spenningur varð ongantíð um úrslitið, hóast B71 kempaði sera væl.

B71 er annars eitt felag í stórari menning. Liðið kemur nú javnan í finalur og liðið byrjar at blíva umboðað á U-landsliðunum.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Anna Katrina í Haraldstovu úr SÍ.

[object Object]

D17: Ternan - ÍF 3-0 (25-19, 25-23, 25-14)
Eitt vælleikandi Ternulið vann sannførandi á ÍF og vann harvið føroyameistaraheitið fyri dreingir 17.

Nógvir av dreingjunum frá U18 landsliðnum, sum leikti í Dublin í januar vóru á vøllinum. Spælið var eisini hareftir. Talan var til tíðir um flogbólt á høgum stigi.

Liðið hjá Ternuni var munandi sterkari og vann rættuliga sannførandi. Annað settið gjørdist tó eitt sindir spennandi, men til endans vann Ternan eisini hetta.

Dagsins leikari gjørdist Kaj Johannesen úr Ternuni.

[object Object]

Kvinnuunglingar: Fleyr - Mjølnir 1-3 (17-25, 25-23, 16-25, 24-26)
Í einum dysti við nógvum sera góðum duellum vann Mjølnir 3-1 á Fleyr og bleiv harvið føroyameistari í kvinnuunglingadeildini.

Nógvir av leikarunum á vøllinum eru eisini at síggja á bestu liðunum hjá avikavist Mjølnir og Fleyr í Hotel Djurhuus. Hetta gjørdi, at dysturin var rættuliga væl spældur og var merktur av nógvum sera tøttum og góðum duellum.

Eftir at Mjølnir hevði vunnið triðja settið var líkt til, at Mjølnir genturnar sannførandi fóru at seta seg á fjórða settið. Men so var ikki.

Gjøgnum alt settið var líkt til, at Fleyr fór at vinna settið, soleiðis at føroyameistaraheitið skuldi avgerðast við einum javnbrótara. Ímóti endanum av settinum bardi Mjølnir seg tó upp á javnleik og vann síðani settið, dystin og føroyameistaraheitið.

Dagsins leikari var Thirza Linda Tarazona Becerra úr Mjølnir.

[object Object]

G12: Dráttur - SÍ 2-0 (27-25, 25-21)
Ungu genturnar leiktu ein sera góðan dyst á høgum stigi og vístu veruliga, at framtíðin fyri flogbóltin er bjørt

Dysturin var bæði spennandi og sera væl leiktur. Genturnar vardu, hevaðu, smasjaðu og blokkaðu eins og væl eldri gentir vanliga gera. Dystur var um hvørt tað einasta stig og javnt leikaði á.

Dráttur hevði tó støðugt munin og vann bæði settini og gjørdist føroyameistari.

Brá Ebbadóttir Thomsen úr Drátti var dagsins leikari.

[object Object]

D12: TB a - SÍ a 2-1
Í einum spennandi og vælleiktum dysti endaði TB a omaná og er føroyameistari

Ungu dreingirnir vístu gott spæl og góðan stríðsanda.

TB a gjørdi bart í fyrsta settinum, men í øðrum settinum svaraði SÍ a væl aftur og so skuldi javnbrótari til. Her var TB a stinnari og vann settið og føroyameistaraheitið.

Dagsins leikari var Levi Simonsen úr TB a.

[object Object]

Mansunglingar: ÍF - Ternan 3-0 (21-21, 25-23, 25-20)
Hóast settmunirnir ikki vóru so greiðir, so var ÍF greitt omaná í síðstu FM-finaluni í ár fyri yngru deildirnar

Við Hákun Nón og Rana Ákason á odda leikti ÍF ein rættuliga góðan dyst ímóti einum sera væl kempandi Ternu liðið.

Tað var til tíðir tætt, men í veruleikanum var sigurin hjá ÍF ikki í vanda og vann liðið úr Fuglafirði sum vænta FM heitið fyri mannsunglingar.

Dagsins leikari var Hákun Nón úr ÍF.

[object Object]

G19: Mjølnir - SÍ 3-0
Við at vinna sannførandi 3-0 á SÍ tryggjaði Mjølnir sær føroyameistaraheitið í deildini fyri gentur 19.

Dagsins leikari var Nicola Toftegaard.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder