- Aftaná hendan dystin hevur NSÍ botn-fimm á skránni næstu fimm umførini. So megnar NSÍ at fáa stig í Klaksvík, ella enn tá vinna, so er nógv, sum er nógv bendir á at NSÍ liggur á odda eftir sjey umfør. KÍ fær eisini nógvar dystir í summar, og tí kann tað vera so týðandi fyri
Hetta vísti Jákup Ósa, viðmerkjari og fótbóltstíðindamaður á í Fótbóltsskýlinum friggjadagin.
Har viðgjørdu hann og Ólavur Mikkelsen millum annað stórdystin millum KÍ og NSÍ, sum verður seinnapartin.
![]()
Jákup Ósa, her við telefonini, er til reiðar til stórdyst í Klaksvík seinnapartin. Fótbóltstíðindamaðurin á bolt.fo og Norðlýsinum vísir á, at tað eru slíkir dystir, sum kunnu avgerða alt (Mynd: Sverri Egholm)
Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari og viðmerkjari, er ikki so stúrin fyri, at ein tøtt dystarskrá hjá KÍ seinni í ár, fer at ávirka liðið so nógv (Mynd: Sverri Egholm)
- Tey ovastu liðini vinna so at siga hvønn dyst móti botn-fimm. Tískil eru tað fáir innanhýsis dystir, sum kunnu verða avgerandi. Hetta er ein teirra, staðfesti Jákup Ósa.
Ítróttarskrivarin á bolt.fo og Norðlýsinum vísir á, at KÍ hevur vunnið allar seks innanhýsis dystirnar móti NSÍ, síðani liðið úr Runavík flutti upp aftur. Teir báðir í mai í fjør gjørdust ógvuliga týðandi, staðfestir Ólavur Mikkelsen.
Lurta eftir Fótbóltsskýlinum fra fríggjadegnum her - parturin um KÍ og NSÍ er frá umleið 11.45 til 16.30.
Hinir dystirnir í umfarinum og liðini vórðu eisini viðgjørd.
Sendingin verður eisini endursend klokkan 14 í dag. Aftaná sigur Rúni á Reynatrøð frá í Klaksvík, samstundis sum vit fylgja hinum dystunum.
2. umfar í Meistaradeildini:
Sunnudagin 15. mars
(14.00: Fótbóltsskýlið endursent á FM1 - hita upp til umfarið)
15.00:
HB - 07 Vestur
EB/Streymur - AB
KÍ - NSÍ (FM1)
17.15: B68 - Skála (FM1)
(19.30: 3. Hálvleikur á FM1)
Fríggjadagin 13. mars
Víkingur - B36 0-0
Sí eisini:
Sølvi Vatnhamar vrakaður í byrjanaruppstillingini - B36 tannleyst við bólti
Finnur Justinussen: - Verjurnar hjá Víkingi og B36 stóðu seg sera væl
![]()
Støðan
Her ber til at síggja nærri, hvussu man kann fylgja við spennandi fótbóltsdegnum í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald