2026-03-17 14:26
Vanliga eru steypafinalurnar í flogbólti áðrenn FM-finalurnar, men í ár er øðrvísi.
Tað fyrsta liðið at vinna tveir dystir, gerst FM-vinnari. Mjølnir er serliga favorittur hjá kvinnum, og tað eru eisini kvinnurnar, sum leggja fyri í Klaksvík í morgin.
SÍ hevur tó fyri kortum vunnið á Mjølni. Fyrsta finalan verður spæld í morgin, mikudagin 18. mars, klokkan 19.
Dysturin sæst á Rás1
Skráin fyri finalurnar:
FM-finalur í Hotel Djurhuus deildini (Kvinnur):
Mikudagin 18.03. kl. 19: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini
Sunudagin 22.03 kl. 13: SÍ – Mjølnir á Giljanesi
Møgulig triðja finala:
Leygardagin 28.03.2026 kl. 13: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini
FM-finalur í Polestar-deildini (Menn):
Sunudagin 22.03.2026 kl. 16: SÍ – Mjølnir á Giljanesi
Mikudagin 25.03.2026 kl. 19: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini
Møgulig triðja finala:
Leygardagin 28.03.2026 kl. 18: SÍ – Mjølnir á Giljanesi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald