Hondbóltur

Leivur Mortensen gerst liðfelagi við Trónd Mikkelsen

Fyrsta val á vinstra vongi hjá Føroyum skiftir úr næstbestu donsku deildina til bestu svensku deildina og HF Karlskrona.

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Leivur Mortensen leitar eftir nýggjum avbjóðingum, og nú tekur landsliðsspælarin stigið upp (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Leivur Mortensen leitar eftir nýggjum avbjóðingum, og nú tekur landsliðsspælarin stigið upp (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-18 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Leivur Mortensen leitar eftir nýggjum avbjóðingum, og sambært svenska miðlinum "Blekinge Läns Tidning" er 26-ára gamli føroyski landsliðsvongurin ávegis til HF Karlskrona.

Hetta hevur Portalurin nú fingið váttað og verður skiftið endaliga staðfest í vikuni. 

Leivur Mortensen hevur seinastu árini spælt við HC København - tað sum fyrr hevði navnið FIF - í næstbestu donsku deildini. Men niðara hálva í næstbestu donsku deildini man ikki vera rætta avbjóðingin hjá hoyvíkinginum longur.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Kviki og snildi spælarin hevur verið fyrsta val á vinstra vongi á føroyska manslndsliðnum seinastu árini.

Har hevur Leivur millum annað verið liðfelagi við Trónd Mikkelsen - skjótt skulu teir spæla saman í bestu svensku deildini.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen er eitt ár yngri enn Leivur Mortensen og er í gongd við sítt fyrsta kappingarár í Svøríki (Mynd: HF Karlskrona)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder