Finalan í Africa Cup of Nations (AFCON) 18. januar endaði við Senegal-sigri eftir longda leiktíð, men talan varð um sannan glantrileik, sum nú hevur fingið avleiðingar fyri Senegal.
Eftir VAR-dóm (brotsspark til Marokko) løgdu spælarar hjá Senegal hálgvum á dómaran og satt rok var - innanfyri strikurnar og uttanfyri. Venjarin Pape Thiaw tók liðið av vøllinum, og ikki fyrrenn eitt korter seinni kundi spælið takast uppaftur í Rabat.
Brahim Diaz hjá Marokko misnýtti tó brotssparki á skammilligan hátt, og Senegal avgjørdi í longdu leiktíðini.
Nú er tó nýggj avgerð fallin: Fótbóltssambandið í Marokko kærdi vegna atgerðirnar hjá Senegal, og nú tveir mánaðir seinni er greitt, at afrikanska fótbóltssamgongan (CAF) hevur dømt steypið frá Senegal.
Hetta hevur skapt øði í Senegal, og samansvørjingarákærur ljóða. Ætlanin er at kæra til atljóða ítróttaryvirdómstólin CAS, sum millum annað endaliga dømdi Slovan Bratislava at tapa móti KÍ í Champions League í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald