Annað

SÍ vann 3-1 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni

Hotel Djurhuus-deildin, 1. FM-finalan: Mjølnir – SÍ 1-3 (25-23, 23-25, 23-25, 16-25).

SÍ

2026-03-19 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

SÍ tók fyrsta stingin í FM-finalunum í Hotel Djurhus-deildini í gjárkvøldið, tá ið Mjølnir tók ímóti í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Tað var tó Mjølnir sum vann fyrsta settið, sum eisini var tað, har tað sveiggjaði mest ímillum liðini. SÍ legði betur fyri og legði seg á odda, men Mjølnir javnaði og fór framum. Móti endanum fór SÍ tó framum aftur 20-17, men Mjølnir vendi tí tó aftur og javnaði til 21-21 og vann settið 25-23.

SÍ fekk flúgvandi byrjan upp á annað sett, og var fyri tað mesta frammanfyri, men mundi mist greiðu 21-16 leiðsluna á gólvið, tá ið Mjølnir minkaði um munin til 22-23 og 23-24, men við smassji frá Anju Danielsen eydnaðist SÍ at vinna settið 25-23.

Í triðja settinum hótti SÍ við at renna avstað við settinum, tá ið støðan gjørdist 11-5, men Mjølnir kom afturíaftur og javnaði til 21-21. SÍ vann tó settið 25-23 við triðja settbóltinum, tá ið Paula Nattestad Joensen fekk prikað bóltin yvir um netið mitt millum Mjølnir-leikararnar, sum bíðaðu eftir hvørjum øðrum.

Í fjórða setti sást skjótt, hvønn veg tað bar, tá ið SÍ fór framum 12-6. Mjølnir minkaði tó um munin til 13-16, áðrenn hann aftur vaks, og SÍ vann at enda settið 25-16 við einum serviessi.

Onnur FM-finalan verður á Giljanesi sunnudagin klokkan 13. Vinnur SÍ, er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld í Klaksvík leygardagin 28. Mars. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder