Veðurforsøgnin sunnudagin sær einki serlig út, og ivasamt er, um fótbóltur verður spældur.
Sum Portalurin skilir, fer Fótbóltssamband Føroya mest sannlíkt at framskunda teir fýra dystirnir sunnudagin til leygardagin 21. mars.
Meira kunning um hetta væntast seinni í dag.
![]()
Soleiðis sær skráin út, sum nú er (Skíggjamynd: FSF)
1. umfar í Meistaradeildini hjá kvinnum er á skránni um vikuskifti - tríggir dystir sunnudagin. Mest sannlíkt vera hesir dystirnir, umframt teir í 1. deild eisini ávirkaðir av veðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald