Fótbóltur

Ein dystur í morgin, tríggir leygardagin og ein mánadagin

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, fer veðrið at arga triðja umfar.

2026-03-19 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Veðurforsøgnin fyri sunnudagin sær ikki tespilig út, og tað ávirkar dystirnar í MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnnum

Fríggjakvøldið er fyrsti dystur í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni, tá EB/Streymur fær vitjan av KÍ við Margáir í Streymnesi.

Síðani skuldu hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin 22 . mars.

Men orsaka av keðiligari veðurforsøgn hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at avlýsa allan fótbólt sunnudagin, og í staðin framskunda tríggjar dystir til leygardagin og útseta ein dyst til mánadagin.

B36 og B68 spæla leygardagin klokkan 17:00, og ein tíma seinni, klokkan 18:00 byrja dystirnir millum 07 Vestur og Skála. Klokkan 18.30 fara NSÍ og AB á vøllin

Fimti dysturin í triðja umfari, sum er millum Víking og HB, verður fluttur til mánakvøldið 23. mars klokkan 18:30.

Veðrið ávirkar eisini fyrsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum. NSÍ og Skála møtast við Løkin í Runavík fríggjakvøldið klokkan 19:00, meðan enn óvist, nær hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder