Í januar vann U18 flogbóltslandsliðið við gentum seg víðari í EM-undankappingini og skal nú til Kekkia til aðru undankappingina.
Í fyrstu undankappingini í Dublin í januar gjørdist liðið nummar tvey og skal tí frá 26. til 28. mars spæla ímóti Kekkia, Kroatia og Ukraina.
Dystirnir verða í Kutna Hora, sum liggur áleið 100 km frá Prag í Kekkia, skrivar Flogbóltssamband Føroya.
Annar partur av undankappigini er skipaður í fimm bólkum, har Føroyar er í bólki D. Teir fimm vinnararnir av bólkunum og fýra teir bestu tveyararnir fara víðari til EM-endaspælið, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.
12 leikarar eru úttiknir til kappingina í Kekkia. Teir eru:
- Edna Henriksen, SÍ
- Gunn Gaardlykke, Dráttur
- Børka Jákupsdóttir, Fleyr
- Bylgja Holm, Fleyr
- Marjun á Mýrini, Ikast KFUM
- Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ
- Halla Haraldsen, SÍ
- Josefina Ingibjørg Fjallsbak, SÍ
- Ruth Berg Jespersen, TB
- Marjun Blástein, B71
- Maria Hovgaard, KÍF
- Petra Panic, Dráttur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald