Annað

Billard FM: Tvøroyri hálar inn á Klaksvíkina

Bert tvey stig á muni innan seinasta umfar í liðkappingini í billard, sum verður spælt leygardagin. .

Tvøramenn hava tikið seg nógv inn á klaksvíkingar í endaspurtinum í billard og eru bara tvey stig aftanfyri, tá teir spæla í Havn leygardagin. Her Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen. Mynd Jan Müller

Tvøramenn hava tikið seg nógv inn á klaksvíkingar í endaspurtinum í billard og eru bara tvey stig aftanfyri, tá teir spæla í Havn leygardagin. Her Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen. Mynd Jan Müller

2026-03-20 18:03 Author image
Jan Müller
placeholder
Klaksvíkar Billardfelag1 hevur ligið á odda í liðkappingini frá byrjan, men nú móti endan av kappingini, hevur Tvøroyrar Billardfelag1 hálað so mikið inn á Norðoyarliðið, at har eru bert tvey stig á muni. Seinasta umfarið í kappingini verður spælt leygardagin, og tá eru 8 stig at vinna ella tapa. Tvøramenn spæla í Havn, meðan klaksvíkingar taka ímóti havnaliði.

Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen manna liðið úr Klaksvík, og Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen mannað liðið av Tvøroyri. Triði dysturin er millum Billardfelag Fuglafjarðar1 og Klaksvíkar Billardfelag2. Støðan undan endabrestinum er henda:

Nr. 1 Klaksvíkar Billardfelag1      47 stig og 27,9 eygu í meðal
Nr. 2 Tvøroyrar Billardfelag1       45 stig og 27,08 eygu í meðal
Nr. 3 Havnar Billardfelag1          33 stig og 22,76 eygu í meðal
Nr. 4 Billardfelag Fuglafjarðar     33 stig og 21,36 eygu í meðal
Nr. 5 Klaksvíkar Billardfelag2      30 stig og 20,51 eygu í meðal
Nr. 6 Havnar Billardfelag2           28 stig og 19,79 eygu í meðal

[object Object]
Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen úr Klaksvíkar Billardfelag liggja á odda í billardkappingini fyri lið, tó bert tvey stig framman fyri Tvøroyrar Billardfelag. Mynd Jan Müller

Hyggja vit eftir, hvussu einstøku spælararnir hava klárað seg, so liggur tvøramaðurin Páll Heri Nolsoe klárt á odda. Hann hevur 34 stig og 39,65 eygu í meðal. Hann hevur eisini besta einstaka dystin við 100  eygum í meðal. Somuleiðis hevur hann besta umfarið við 236 eygum. Næstur honum er Ólavur Kjølbro við 28 stigum og 30,95 eygum í meðal. Nr. 3 er Bjarni Skaalum við 25 stigum og 26,16 eygum í meðal. 

[object Object]
Havnar Billardfelag við Jógvan Jørgensen og Per Hansen skulu kappast um bronsuna móti Billardfelag Fuglafjarðar mannað við Bjarna Skaalum og Jens Kjartan Feilberg. Mynd Jan Müller

Páll Heri gjørdi bart

Sjáldan hava vit annars sæð ein spælara taka øll á bóli, sum tá Páll Heri Nólsoe spældi seinastu dystirnar móti fuglfirðingum. At hann vann dystirnar var so tað, men úrslitini talaðu eisini fyri seg. Í tí eina dystinum hevði hann 100 eygu í meðal, og hinum góð 52 eygu í meðal. Fyri báðar dystirnar varð meðaltalið 71,46 eygu. Hetta er einki minni enn øgiligt í føroyskum billardspæli og billardsøgu. So fáa vit at síggja, um henda gongdin fer at síggjast aftur í Havn leygardagin. Men tað eru tveir spælarar á liðnum, so teir skulu eisini hava eydnuna við sær, um teir skulu taka royndar spælarar sum Ólav Kjølbro og Urbanus aftur. 

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder