Í dag er seinasta umfar í grundspælinum í næstbestu donsku deildini spælt.
Har tók Hillerød móti Aarhus Fremad, og talan var um eina føroyingauppgerð - hóast Pætur Petersen og Mads Boe Mikkelsen ikki vóru við.
Tað endaði við at Poul Kallsberg vann á landsliðsliðfelaganum hjá Aarhus Fremad. Martin Agnarsson spældi 90 minuttir, meðan strandingurin hjá Hillerød spældi 66 minuttir.
Tað var stutt eftir steðgin, at 22-ára gamli føroyski vongurin sló til. Hann fekk eina sending úr vinstru, og stutt inni í brotsteignum setti 10'arin høgra fótin væl á.
Málið sæst eftir 1.55 her - har eru øll hæddarpunktini
Sigurin ger, at Hillerød Fodbold endar á søguliga høgum 3. plássi eftir grundspælið í 1. division (Betina Liga).
37 stig eftir 22 dystir og bert tvey stig upp til Hvidovre og uppflytingarpláss.
Adrian Justinussen var í seinnu hálvu av 2025 við at tryggja Hillerød góða støðu. Nú kemur hann í ovara endaspælið við AC Horsens, sum tó er í verri støðu. Adrian Justinussen, sum hevur havt ein smáskaða, spældi seinastu tíggju minuttirnar í 4-0 tapi fyri Hvidovre í dag.
Kolding vann 3-0 á B.93, uttan Meinhard Egilsson Olsen, sum fyri stutttum fekk lítla skurðviðgerð í knæðið. Kolding kemur við í ovara endaspækið sum nummar fimm.
Aarhus Fremad skal næstu vikurnar fyri at sleppa undan niðurflyting. Tíggju umfør eru á skránni í endaspølunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald