Hondbóltur

Jana Mittún og tær tóku stórt fet móti Final Four

European League: Viborg vann við níggju málum á Rapid Bucaresti í fyrru fjórðingsfinaluni og skulu harvið bara gera arbeiði liðugt í Bukarest um eina viku.

Jana Mittún gjørdi sítt. Fýra skot og fýra mál, umframt nøkur upplegg, í týðandi sigrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún gjørdi sítt. Fýra skot og fýra mál, umframt nøkur upplegg, í týðandi sigrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-21 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Viborg hevur beina kós og anann fótin í Final Four í European League. Hetta er greitt eftir 35-26 sigurin á Rapid Bucaresti í fyrru fjórðingsfinaluni í kvøld.

Rumenska liðið vitjaði í Viborg, og gott álopsspæl hjá Janu Mittún og hinum fyri steðgin settu stigið.

Tað var 19-14, tá liðini fóru at hvíla seg, og munurin øktiskt við samanlagt fýra málum í 2. hálvleiki.

Níggju mál á muni, tá samanumkom, og harvið frálíkt útgangsstøði fyri Viborg undan seinnu fjórðingsfinaluni. Hendan verður spæld í rumenska høvuðsstaðnum um eina viku, leygardagin 28. mars klokkan 15.

Jana Mittún gjørdi sítt. Fýra skot og fýra mál, umframt nøkur upplegg. Tvey vóru skrásett, og 22-ára gamli føroyski profilurin vann eisini teimum grønu okkurt brotskast.

Í 2023 var Annika Fríðheim Petersen við Nykøbing Falster Håndbold í Final Four. Nú kann tað enda við, at ein onnur á føroyska landsliðnum verður við ein eina hálvfinalu í European League, sum er næstbesta evropeiska kappingin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder