Annað

SÍ kann gerast føroyameistari hjá kvinnum í dag - menninir spæla síðani fyrstu finaluna

Kvinnurnar hjá SÍ og Mjølni spæla finalu nummar tvey klokkan 13, har sørvágskvinnur kunnu avgerða alt. Manslið felagsins spæla eisini á Giljanesi: Hendan fyrsta mansfinalan í flogbólti 2026 byrjar klokkan 16.

Av tí at SÍ vann fyrstu finaluna, sum varð spæld í Klaksvík mikukvøldið, verða sørvágskvinnur føroyameistarar (Mynd: FBF)

Av tí at SÍ vann fyrstu finaluna, sum varð spæld í Klaksvík mikukvøldið, verða sørvágskvinnur føroyameistarar (Mynd: FBF)

2026-03-22 08:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag verða FM-finalur í Hotel Djurhuus-deildini og Polestar-deildini spældar í ítróttarhøllini á Giljanesi.

Í báðum førum bresta Mjølnir og SÍ saman. 

Kvinnurnar:
Kvinnurnar hjá SÍ og Mjølni spæla sína aðru finalu klokkan 13.

Av tí at SÍ vann fyrstu finaluna, sum varð spæld í Klaksvík mikukvøldið, verða sørvágskvinnur føroyameistarar, um tær aftur vinna hesa ferð. 


Vinnur Mjølnir hinvegin, verður ein triðja og avgerandi finala spæld í Klaksvík leygardagin 28. mars. 

Menninir:
Klokkan 16 spæla menninir hjá SÍ og Mjølni sína fyrstu finalu.

Mjølnir hevur vunnið føroyameistaraheitið sjey árini á rað. Seinastu ferð SÍ var føroyameistari var í 2016, tá SÍ vann 17-15 í gullsettinum ímóti Fleyr.

- Gullsett verður tó ikki brúkt longur. Nú verður spælt best av trimum dystum. Onnur FM-finalan verður spæld í Klaksvík mikudagin. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi sunnudagin 28. mars.

Portalirin hevur myndir frá FM-finalunum.

Dystirnir kunnu síggjast í Televarpinum

Kelda: Flogbóltssamband Føroy
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder