Fótbóltur

B36 og NSÍ stinga seg upp ímillum - Skála stendur framvegis við ongum

AB var nær við at varðveita javnsettan oddasess, men í 92. minutti við Løkin skoraði Petur Knudsen til 2-1. B36 setti B68 uppá pláss, og 07 Vestur kom á talvuna við týðandi sigri á botnliðnum. Seinasti dystur í umfarinum á skránni í morgin - 3. hálvleikur á FM1 kl. 19.30 í kvøld.

Tað tað skuldi ein heilfluktari hjá Peturi Knudsen í yvirtíðini til fyri at basa uppflytarunum: NSÍ hevur nú sjey stig fyri tríggjar dystir. B36 hevur somu úrttøku - men betri málmun eftir 6-0 sigurin í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað tað skuldi ein heilfluktari hjá Peturi Knudsen í yvirtíðini til fyri at basa uppflytarunum: NSÍ hevur nú sjey stig fyri tríggjar dystir. B36 hevur somu úrttøku - men betri málmun eftir 6-0 sigurin í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-22 10:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 3. umfari í Meistaradeildini hjá monnum vóru á skránni í gjár, leygardagin 21. mars. Hesir vóru framskundaðir, tí veðrið er so vánaligt í dag

Talan gjørdist um tríggjar heimasíðar. Tað var harðvunnið hjá 07 Vestur og serliga NSÍ móti uppflytarunum, meðan B36 vann stórsigur á B68 í Gundadali.

Avrikini hjá B36 móti lægru liðunum vóru ikki sannførandi í fjør - heldur ikki í 1. umfari móti EB/Streymi - og millum annað settu viðmerkjarar hjá okkum í Fótbóltsskýlinum fríggjadagin spurnartekin við flogið í álopsspælinum hjá B36. Hetta kveistraði liðið hjá Jákupi Martin Joensen tó til viks. Tað endaði 6-0 móti B68, har norskur áleypari skoraði tvær ferðir - og B36 er fyribils oddalið.

Hoyr eisini: Dávid B. Andreasen: Góð kensla at skjóta fyrsta málið fyri B36

NSÍ hevur eisini sjey stig fyri trý umfør. AB gjørdi annars lívið ógvuliga trupult hjá favorittunum við Løkin: Fimm minuttir eftir at Daniel Obbekjær legði NSÍ á odda við deyðbólti um miðjan fyrra hálvleik, men argjamenn vóru meira ágangandi og javnaðu fimm minuttir seinni - eftir deyðbólt.

Heimaliðið er framvegis uttan Brandur Hendriksson, og tað skuldi ein heilfluktari hjá Peturi Knudsen í yvirtíðini til at basa uppflytarunum, sum harvið ikki eru á odda í deildini longur. Talan var tó aftur um gott avrik hjá Øssuri Hansen og hansara monnum.

Sí eisini: - Petur Knudsen rakti bóltin beint í reyvina

Viðmerkjari: AB hevði uppiborið betri í dag

Tað var ikki tann besti dysturin á Dungasandi, men líka leggja teir hjá 07 Vestur: Liðið hjá Micheal Schjønberg flutti seg væl á stigatalvuni við 1-0 sigrinum á Skála, sum nú er einasta liðið í deildini uttan stig. Annað tapið á rað hjá uppflytarunum móti liði, sum kann gerast beinleiðis kappingarneyti - har man kundi fingið meira burturúr.

Sigursmálskjúttin hjá 07 Vestur hevur góða kenslu 

Í morgin, mánadagin 23. mars klokkan 18.30, spæla Víkingur og HB í Sarpugerði. Hetta er seinasti dystur í umfarinum - og tann seinasti undan ársins fyrsta landsliðssteðgi.

Klokkan 19.30 í kvøld taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfarið higartil og hyggja fram móti uppgerðini í morgin, har HB kann leggja seg á odda í deildini.

3. umfar í Meistaradeildini hjá monnum

Í gjár, leygardagin 21. mars
B36 - B68 6-0 (2-0)
37' Torgeir Børven 1-0
45 (+1)' Torgeir Børven 2-0
49' Dávid Biskopstø Andreasen 3-0
79' Tobias Hansen 4-0
82' Bogi Reinert-Petersen, br. 5-0
90 (+2)' Boubacar Dabo 6-0

Meira um dystin her

07 Vestur - Skála
47' Lucas Gardar 1-0 

Meira um dystin her

NSÍ - AB 2-1 (1-1)
23' Daniel Obbekjær 1-0
28' Sjálvmál 1-1
90 (+2)' Petur Knudsen 2-1

Meira um dystin her

Í morgin, mánadagin 23. mars
18.30: Víkingur - HB

Fríggjadagin 20. mars
EB/Streymur - KÍ 0-0

Sí eisini: Skelkur í Streymnesi: Føroyameistararnir fingu ikki fult móti EB/Streymi

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder