Annað

Myndir: SÍ vendi øllum á høvdið móti Mjølni og tók gullið á Giljanesi

Dramatikkur í aðru FM-finaluni í flogbólti hjá kvinnum - hon bleiv tann seinna finalan, tí SÍ vann 3-2. Tað var annars 2-0 til Mjølnir. Sí myndir frá spennandi dystinum og FM-fagnaðinum hjá SÍ her.

SÍ-fagnaður: Sørvágskvinnur vunnu finalu nummar eitt, sum var í Klaksvík mikukvøldið. Harvið kundu tær avgerða á

SÍ-fagnaður: Sørvágskvinnur vunnu finalu nummar eitt, sum var í Klaksvík mikukvøldið. Harvið kundu tær avgerða á "heimavølli" á Giljanesi í dag, og tað eydnaðist - hóast Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-22 17:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mjølnir vann grundspælið, men SÍ var stinnari innanhýsis, tá á stóð.

Sørvágskvinnur vunnu finalu nummar eitt, sum var í Klaksvík mikukvøldið. Harvið kundu tær avgerða á "heimavølli" á Giljanesi í dag, og tað eydnaðist - hóast Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini.

Neyðugt var við fimm-settara, og har vann SÍ 15-12, eftir at Mjølnir hevði roynt eitt "come-back" hinvegin. 

Les eisini: SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímóti Mjølni

Hotel Djurhuus-deildin, onnur FM-finalan:
SÍ – Mjølnir 3-2 (26-28, 23-25, 25-20, 25-17, 15-12)

Harvið eru sørvágskvinnur føroyameistarar fyri fyrstu ferð síðani 2023. Steypakappingin er framvegis eftir - og menninir hjá somu feløgum stríðast framvegis um gull.

Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók á Giljanesi seinnapartin:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder