Fótbóltur

Emil Weihe Joensen og Jørgen Nielsen á A-landsliðnum á fyrsta sinni

22-ára gomlu spælararnir avloysa Adrian Justinussen og Jóannes Bjartalíð, sum hava smærri skaðar at dragast við. Føroyar spæla í San Marino leygardagin.

Emil Weihe Joensen í U21-landsliðssigri móti Hvítarusslandi á Tòrsvølli í oktober 2024. Síðani hevur hann skift til NSÍ og víst seg væl fram har (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Emil Weihe Joensen í U21-landsliðssigri móti Hvítarusslandi á Tòrsvølli í oktober 2024. Síðani hevur hann skift til NSÍ og víst seg væl fram har (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2026-03-23 07:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin setir A-landsliðið við monnum kós ímóti San Marino, har venjingardystur er á skránni á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00.

Adrian Rúnason Justinussen og Jóannes Bjartalíð møta tó ikki upp í lítla landinum. Fótbóltssamband Føroya skrivar, at teir báðir tekniskt sterku miðvallararnir hava smávegis skaðar at dragast við, og verða ikki nóg birgir til landsdyst í næstum.

Bjartalíð og Justinussen hava givið avboð men hetta gevur pláss til yngru spælarar til stuttu venjingarleguna.

Eyðun Klakstein hevur sent boð eftir Emil Weihe Joensen úr NSÍ og Jørgen Nielsen, sum nú spælir í Víkingi men sum er uppvaksin í júst NSÍ. Serliga Emil hevur víst seg væl fram higartil í ár; millum annað á sentra miðvøllinum í stórdystinum í Klaksvík

Báðir eru føddir í 2003 og hava royndir frá ungdómslandsliðnum. Har vísti serliga Jørgen seg væl fram á U21-landsliðnum undir sama høvuðsvenjara og hjálparvenjara, sum er á A-landsliðnum nú 

[object Object]
Jørgen Nielsen gjørdi hattrikk fyri U21-landsliðið í sigri á Hvítarusslandi í 2023 . Nú kann hann vísa seg fram í A-landsliðshøpi (Mynd: FSF)

Hópurin til venjingarleguna og dystin í San Marino í vikuni:
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn

Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Mneney, HB Tórshavn
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)

Jørgen Nielsen, Víkingur
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

Sí eisini: Eyðun Klakstein: Spælararnir skulu sjálvir vísa seg at vera til reiðar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder