Etir at hava verið burtur frá landsliðnum í rúma tíð er Heini Vatnsdal úttikin til landsdystin móti San Marino. Heini avloysir Andrias Edmundsson, ið hevur givið avboð.
Hetta upplýsir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Tað eru skjótt trý ár síðani, at 34 ára gamli Heini Vatnsdal seinast var partur av A-landsliðnum. Skaðar hava darvað miðverjanum, ið hava verið so mikið álvarsamir, at hann ikki hevur verið nóg birgur til landsliðsfótbólt hesa tíðina, staðfestir fsf.fo
Vágbingurin var nógv úti við skaða í fjør men er byrjaður væl í ár í B36. Hann er nú við ferðalagnum, sum nú er á veg til San Marino.
– Tað er deiligt at vera við aftur, og eg gleði meg til at vera partur av hesum hópinum. Eg føli meg væl, og merki lítið og einki til tað, ið annars hevur argað, sigur Heini Vatnsdal, ið higartil er skrásettur fyri 37 A-landsdystir, sjálvur
Heini avloysir Andrias Edmundsson, ið hevur givið avboð. Andrias hevur spælt rættuliga nógv seinastu vikurnar, og tað hevur givið føroyinginum í Seriu A nakrar snuddir á vegnum. Og fyri at koma hesum til lívs, hevur Andrias givið avboð til dystin móti San Marino.
Sí eisini: Emil Weihe Joensen og Jørgen Nielsen á A-landsliðnum á fyrsta sinni
Venjingardysturin millum San Marino og Føroyar verður á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald