Fótbóltur

Taptu tepurt í Sveis

Talan var um ein javnan dyst, har vertirnir skoraðu einsamalla málið seint og harvið yvirhálaði Føroyar í bólkinum.

Teir fyrstu ellivu, ið Ólavur Mikkelsen sendi á vøllin ímóti Sveis. Talan var um gott avrik í tapi (Mynd. Sólrun Hendriksdóttir Sørensen)

Teir fyrstu ellivu, ið Ólavur Mikkelsen sendi á vøllin ímóti Sveis. Talan var um gott avrik í tapi (Mynd. Sólrun Hendriksdóttir Sørensen)

2026-03-28 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Í 77 minuttir var einki, ið bendi á, at føroyska U21 landsliðið skuldi fara tómhent av Stockhorn Arena í Thun í Sveis.

Gamaní høvdu heimamennir eina lítla yvirvág í spæli, men tað var bara hendinga ferðir at tað av álvara gjørdist vandamikið. Og tá sveisar komu til teir heilt stóru kjansirnar, so var Hans Jákup Arngrímsson á røttum stað og vardi væl fyri.

Men tá trettan minuttir vóru eftir at spæla eydnaðist Sveis at fáa sigursmálið. Horna varð sent inn fyri úr teirra vinstru síðu, og við handaru stong fekk Winsley Boteli beint bóltin í málið.

Føroyska liðið trýsti seinastu løtuna fyri at javna, og tað var um reppið at bólturin endaði í sveisiska málinum tá Virgar Jónsson royndi seg við góðum langskoti. Men nærri komu okkara ikki, og so endaði dysturin 1-0 til Sveis.

Í gjár vann Ísland 6-2 á Estlandi, og yvirtók annað plássið í bólkinum, meðan Sveis er á triðja plássi, tvey stig framman fyri Føroyar, sum nú er nummar fýra í bólkinum.

Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður fríggjadagin 25. septembur, á útivølli ímóti Estland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder