Ársins fyrsti dystur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum endaði við smølum sigri í San Marino. Talan var um venjingardyst.
Gestirnir løgdu seg annars á odda um miðjan fyrra hálvleik - hetta var einasta skotið á mál hjá San Marino - og Føroyar høvdu ilt við at fáa nakað burturúr leikligu yvirvágini.
Beint fyri steðgin bragdaði tó: Petur Knudsen fann Jákup Biskopstø Andreasen, sum javnaði við triðja landsliðsmáli sínum.
Eftir steðgin vóru Føroyar væl betri, og í 64. minutti skoraðu menninir hjá Eyðuni Klakstein sigursmálið
Talan var um eitt flott mál: Geza Dávid Turi vann bóltin væl í høgum trýsti, rak síðani sannførandi við bóltinum, fann Petur Knudsen, sum legði av til Hanus Sørensen. Hanus fann Árna Frederiksberg, sum var fríur til høgru í brotsteignum. So var bara at seta frálíka vinstra fótin á: 2-1 til Føroyar.
Tað var eisini útiliðið, ið var nærri við at skora fjórða málið. Jákup B. Andreasen hevði stútara stutt frá málinum, sum málverjin hjá San Marino stórbjargaði, og stutt seinni skeyt innskifti Páll Andrasson Klettskarð beint uppum.
Harvið byrjaði árið fínt - hetta varð einasti venjingardystur í mars, orsakað av støðuni í Miðeystri, har Føroyar annars skuldu spæla. Næsta uppgávan verður Baltic Cup venjingarkappingin í juni.
60' Heini Vatnsdal og Jann Julin Benjaminsen
80' Ási Dam, Páll Andrasson Klettskarð og Patrik Johannesen
90' Poul Kallsberg og Noah Mneney
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald