Fótbóltur

Eftir 0-30: Hava tikið liðið úr kappingini

Merkisvert úrslit mánadagin og EBS/Hoyvík fer ístaðin at spæla í næstbestu kvinnudeildini. Harvið vera bert sjey lið í Meistaradeildini.

HB skoraði heili 30 ferðir í 1. umfari - mótstøðuliðið spælir ikki í 2. umfari ella framyvir (Mynd: RS Media / HB)

HB skoraði heili 30 ferðir í 1. umfari - mótstøðuliðið spælir ikki í 2. umfari ella framyvir (Mynd: RS Media / HB)

2026-03-28 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kunngjørdu EB/Streymur og FC Hoyvík, at feløgini fóru at hava felagslið í fremstu kvinnudeildini.

Seinni sama dag tapti liðið 30-0 fyri HB í Gundadali í fyrsta umfari.

Les eisini: HB vann 30-0

Úrslitið vakti ans í Føroyum og uttanlands: Millum annað skrivaðu Ekstra Bladet og stórar altjóða fóbóltssíður á sosialu miðlum um sermerkta úrslitið.

Nú hava feløgini tikið avleiðingina og tikið liðið úr kappingini.

- Eftir ætlan skuldi Víkingur spæla móti EBS/Hoyvík í morgin, men av tí at tær hava tikið liðið úr kappingini, verður dysturin av ongum.

Hetta skrivar Víkingur um sítt fremsta kvinnulið í dag, og Portalurin hevur síðani fingið váttað tíðindini um, at EBS/Hoyvík heldur fer at spæla í 1. deild.

Harvið vera sjey lið í Meistaradeildini í ár, heldur enn átta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder