Hondbóltur

European League: Jana Mittún skal spæla í Final Four

Hóast tap í Rumenia í gjár, hevur Viborg vissað sær sæti í hálvfinaluni, sum verður í mai. Føroyski profilurin skoraði samanlagt átta mál í 1/4-finalunum - sí tvey frálík mál hjá Janu her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-29 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 32-26 til Rapid Bucuresti, tá Viborg HK vitjaði í rumenska høvuðsstaðnum í gjár.

Talan var um seinnu fjórðingsfinaluna í European League. Men av tí at Viborg vann so sannførandi í fyrru fjórðingsfinaluni, sum var í Viborg síðsta vikuskifti, so eru Jana Mittún og hinar nú til reiðar til hálvfinalurnar.

[object Object]
Jana Mittún og tær kunnu fegnast um eitt hálvfinalupláss (Mynd: Sverri Egholm)

Viborg vann við níggju málum í fyrra dystinum, og tað var ov nógv hjá rumenska liðnum at heinta. 

Útiliðið byrjaði fínt, munurin í steðginum í gjár var tvey mál, og samanlagt vann Viborg 61-58 í næststerkastu evropeisku kappingini.

Harvið skal danska liðið við føroyska bakspælaranum spæla Final Four - hálvfinalu og finalu/bronsudyst mitt í mai.

Eins og í fyrra dystinum hevði Jana Mittún fýra skot - og skoraði fýra mál. Harvið átta mál uppá átta skot: 100 prosent gagnnýting hjá 22-ára gomlu hoyvíkskvinnuni. Haraumframt átti nummar 77 eitt upplegg.

Sí tvey mál hjá Janu Mittún (á 0.20 og 2.00) í videobrotinum ovast - ella á Youtube-rásini hjá EHF - góðar fríspælingar frá nummar 77 síggjast eisini

[object Object]
Mynd: Viborg Hk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder