Annað

Talv: Høgni vann oddabrakið

FM-favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar á fremsta avbjóðaranum, Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag..

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen

2026-03-29 12:43 Author image
Innsent
placeholder

Høgni vann við hvíta fólkinum í einum skørpum sisilianara, har hvørgin spardi krútið. Høgni tóktist kortini at hava tamarhald á støðuni allan vegin.

Var hetta í veruleikanum avgerðin í kappingini, munnu summi hugsa. Høgni er so mikið stórur favorittur, at tá ið hann longu í fyrsta umfari kveistraði dyggasta avbjóðaran til viks, er ilt at síggja, hvør ið so skal steðga honum.

Martin Poulsen, sum hevur triðhægsta styrkitalið í bólkinum, tapti fyri Hans Kristiani Simonsen. Tap var í hendi hjá Martini longu eftir tjúgu leikir. Vánaliga gongdin hjá trífalda føroyameistaranum stendur við.

Á hinum borðunum sótu fýra av teimum yngstu í FM-bólkinum - Luitjen undantikin. Her vunnu teir við hægri styrkitali.


Annað umfar í dag

Klokkan 14.00 í dag byrjar annað umfar í FM-talvkappingini á Giljanesi.

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen møtast - telvararnir við flest FM-heitum í beltinum. Annar dystur stendur millum Elias Petersen og Hans Kristian Simonsen, sum báðir vunnu í gjár.

Í alt 45 telvarar eru við í teimum ymisku bólkunum í kappingini. Telvað verður til og við langa fríggjadag, tá sjeynda og seinasta umfar verður.

Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum, meðan telvað verður. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Úrslitini í fyrsta umfari í Landsliðsbólkinum í gjár vóru hesi:

FM, Landsliðsbólkur, 1. umfar:
IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST (2401) - Luitjen Akselsson Apol, HT (2299) 1 - 0
Hans Kristian Simonsen, KT (2110) - Martin Poulsen, HT (2189) 1 - 0
Jón í Horni Nielsen, ST (2080) - Flóvin M. Tummasarson, HT (1904) 1 - 0
Petur G. Magnussen, HT(1984) - Elias Petersen, HT (2096) 0 - 1

2. umfar sunnudagin 29. mars:
Martin Poulsen - Høgni Egilstoft Nielsen
Flóvin M. Tummasarson - Luitjen A. Apol
Jón í Horni Nielsen - Petur G. Magnussen
Elias Petersen - Hans Kristian Simonsen

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder