Hóast brotasjógvar sunnanfjørðs so megnaði billardskútan úr Klaksvík við Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen at koma fyrst á mál og endurvann harvið FM heitið í billard fyri lið. Teir fingu tó harða kapping frá Páll Hera Nólsøe og Max Rasmussen av Tvøroyri.
Tá kappingin endaði vóru fýra stig á muni millum liðini, Klaksvíkar Billardfelag fekk 53 stig og Tvøroyrar Billardfelag 49 stig. Harfrá vóru 10 stig niður til Billardfelag Fuglafjarðar. Við at røkka einum triðja plássi eru fuglfirðingar aftur at síggja í oddinum í føroyskari billardkapping. Hetta takkað verið Bjarna Skaalum og Jens Kjartan Feilberg. Nr. 4 í kappingini gjørdist havnaliðið, Habi1 við Jógvan Jørgensen og Per Hansen. Nr. 5 gjørdist Klaksvíkar Billardfelag2 við Kristian Suna Høgnesen og Sonhard Johannesen við 32 stigum, og nr. 6 bleiv Habi2 við Niels Nielsen og Hans Jákup Kollsker somuleiðis við 32 stigum.
Gullvinnararnir úr Klaksvík, Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen.
Hóast Klaksvíkin gjørdist FM meistari, so var tað tvøraspælarin og stórtalentið Páll Heri Nolsøe, sum hevði besta úrslitið samanlagt. Hann fekk 38 stig, tapti ongan dyst men spældi teir javnar. Hann hevði eisini flest eygu í kappingunum við 38,91 eygum í meðal. Besta einstaka úrslitið átti hann eisini við 71,43 eygum og hevði somuleiðis besta umfarið í allari kappingini við 236 eygum. Nr. 2 gjørdist Ólavur Kjølbro við 32 stigum og einum meðaltali uppá 31,08 eygu. Triðjbesta úrslitið hevði Bjarni Skaalum við 25 stigum og 26,24 eygum í meðal.
Stórtalentið av Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe, sum saman við Max Rasmussen vann silvur í FM fyri lið men varð nógv bestur einstaklingur í kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald