Fótbóltur

Heim við fýra stigum

Ein sigur, ein javnleikur og fýra tap var samlaða úrtøkan hjá U17 og U19 landsliðunum við dreingjum, sum hava verið til EM-undankappingar. U17-dreingirnir vunnu á Estlandi.

2026-04-01 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FFyri U17 landsliðið við dreingjum, sum hevur verið í Englandi, gjørdist talan um ein sigur og tvey tap, og tá avtornaði endaðu Føroyar á triðja plássi í bólkinum við trimum stigum.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Englandi, síðani vann føroyska liðið 2-1 á Estlandi – við tveimum málum frá Markusi Danielsen – fyri síðani at tapa 4-0 fyri Ísrael, sum eisini vann bólkin við fullum stigatali.

Ísrael fekk níggju stig, England seks, Føroyar fingu trý stig, og aftast var Estland við ongum stigi.

U19 spældi javnleik móti Norðurmakedónia

U19 dreingirnir løgdu fyri við at spæla málleysan javnleik ímóti Norðurmakedónia. Í øðrum og triðja umfari taptu Føroyar ávikavist 2-0 fyri Moldova og 3-0 fyri Niðurlondum.

Niðurlond vunnu bólkin við níggju stigum, Moldova endaði á øðrum plássi við fýra stigum, meðan Norðurmakedónia og Føroyar fingu tvey og eitt stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder