Tað sá so gott út hjá GOG, tá Nantes í gjárkvøldið vitjaði í Svendborg - men tað glapp.
Talan var um fyrru "áttandapartsfinaluna", play-off umfarið, í Champions League. Franska stórfelagið HBC Nantes vitjaði, og Óli Mittún og teir fingu, sum fyrri hálvleikur leið veruliga glið á GOG-álopsspælið.
Danska liðið var á odda 19-16 í steðginum, og tá 15 minuttir restaði í, vóru fimm mál á muni.
Tað var 33-31 til GOG, tá farið varð undir síðsta minuttin - og heimaliðið hevði bóltin. Men tvær ferðir blakaði GOG bóltin burtur, og av tí at liðið spældi 7 móti 6, kostaði tað dýrt: Tvært ferðir í tómt mál, 33-33 og tá so Hjalte Lykke skey eitt vánaligt skot, kundi Nantes fara fram og avgerða í seinasta sekundi.
33-34 og ein stórur smeitur fyri GOG, sum annars var á veg at fáa ein fyrimun undan seinna dystin í Fraklandi. Hesin verður mikudagin 8. apríl.
Óli Mittún spældi sum heild ein góðan dyst, hóast ungi føroyingurin brendi onkur frí skot. Óli skeyt fýra mál og legði upp til fýra mál afturat - eitt gott mál hjá nummar 78 sæst eftir 0.30 á videobrotinum ovast ella her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald