Hondbóltur

Spennandi FM-fjórðingsfinalur skíriskvøld

Neistamenn vitja í Vestmanna klokkan 16, har FM1 sigur frá. Klokkan 19 spæla KÍF og StÍF um hálvfinalupláss á Skála. Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum.

2026-04-02 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dagarnir hava FM-fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum verið spældar.

Sum væntað vunnu VÍF og Neistin seg í tær, og skulu hesi møta ávikavist H71 og Kyndil í hálvfinalunum, sum vera eftir landsliðssteðgin.

Sí eisini: VÍF og Neistin hava vunnið seg í hálvfinalurnar

Kyndil og H71 eru eisini í hálvfinalunum hjá monnum, og í kvøld verður greitt, hvørji tey hitta har.

Heimaliðini eru favorittar í kvøld, men talan kann gerast um spennandi dystir. Neistin og KÍF vóru í hálvfinalunum í steypakappingini, eftir at tey júst høvdu varpað ávikavist VÍF og StÍF út.

Dystirnir í kvøld:

[object Object]

FM1 sigur frá dystinum í Vestmanna (klokkan 16)

Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder