Í dag fellur kanska avgerðin.
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag, sum hava vunnið hvørt talv higartil í FM-einstaklingakappingini í talvi, og eru einsamallir á odda í landsliðsbólkinum, bresta saman í røttum oddabraki á Giljanesi í dag. Greitt er, at annar teirra verður føroyameistari.
Báðir vunnu aftur í gjár. Hvørgin mótstøðumaðurin formáddi sær stórvegis. Hans Kristian tók Flóvin M. Tummsarson á bóli í byrjanarspælinum, og vann enntá mann longu í fimtanda leiki. Petur Magnussen, ið telvaði móti Høgna, tóktist eitt sindur fjálturstungin og á ótryggari grund í byrjanarspælinum, og misti finnu tíðliga í spælinum. Eftir tað gjørdist einki.
Allir, ið høvdu hvíta fólkið í FM-bólkinum, vunnu í gjár. Luitjen A. Apol koppaði Jón í Horni, og endiliga bragdið hjá Martini Poulsen, sum í sínum lagi vann sannførandi á Eliasi Petersen.
Sætta umfar verður í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Kappingin endar í morgin, tá sjeynda og seinasta umfar verður telvað.
Til ber at fylgja við beinleiðis hvussu telvað verður leik fyri leik á øllum borðum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
5. umfar (1. apríl kl. 17:00)
Hans Kristian Simonsen - Flóvin Matras Tummasarson 1 - 0
Høgni Egilstoft Nielsen - Petur Gardar Magnussen 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Jón í Horni Nielsen 1 - 0
Martin Poulsen - Elias Petersen 1 - 0
Landsliðsbólkurin - støðan
1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5 stig
1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 5
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 3
4. Elias Petersen, HT 2
5. Jón í Horni Nielsen, ST 1½
6. Flóvin Matras Tummasarson, HT 1½
7. Martin Poulsen, HT 1
8. Petur Gardar Magnussen, HT 1
6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)
Hans Kristian Simonsen - Høgni Egilstoft Nielsen
Petur Gardar Magnussen - Luitjen Akselsson Apol
Jón í Horni Nielsen - Martin Poulsen
Flóvin Matras Tummasarson - Elias Petersen
7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)
Høgni Egilstoft Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson
Luitjen Akselsson Apol - Hans Kristian Simonsen
Elias Petersen - Jón í Horni Nielsen
Martin Poulsen - Petur Gardar Magnussen
Hinir bólkarnir
1. bólkur
1. Markus Jacobsen, KT 4½ stig
2. Rókur Davidsen, KTF 4
3. Margar Berg, HT 3
8 telvarar í alt.
Almennur bólkur
1. Bogi á Kósini, KTF 4½ stig
2. Karl M. Dahl, KT 4
3. Ingi Højsted, 3½
14 telvarar í alt.
Unglingar
1. Djóni Jakobsen, HT 4½ stig
2. Andrew Xin, HT 4
3. Sámal Isfeldt Nesá, HT 3
9 telvarar í alt.
Kappingin í veteranbólkinum byrjar í dag. Átta telvarar kappast.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald