Fótbóltur

Fyrsti dysturin í 4. umfari er grannabrak á Svangaskarði

FM1 sigur frá B68-NSÍ, sum byrjar klokkan 18.30. NSÍ kann leggja seg á odda í deildini.

NSÍ spældi javnleik í Klaksvík í 2. umfari og roynir nú at renna frá millum annað KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ spældi javnleik í Klaksvík í 2. umfari og roynir nú at renna frá millum annað KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-04 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tveir av halgidøgunum í sambandi við páskini eru farnir afturum, er tíðin komin til fyrsta dystin í 4. umfari í Meistaradeildini hjá monnum.

B68 og NSÍ spæla áðrenn sjálvar páskadagarnar, og áðrenn hini átta liðini skulu í eldin 2. páskadag.

Kvøldsins grannauppgerð á Svangaskarði byrjar klokkan 18.30, og er tað Leivur Zachariassen, sum skal stýra henni.

NSÍ er stórfavorittur. Liðið er framvegis ósigrað í 2026 og tryggjaði sær týðandi sigur í evstu løtu móti AB beint fyri landsliðssteðgin. Sama dag tapti B68 6-0 fyri B36 í Gundadali.

NSÍ er framvegis uttan Brand Hendriksson, sum hevur fingið blokadu í knæðið. Við sigri kunnu runavíkingar leggja seg á odda í deildini og leggja trýst á havnarfeløgini, sum spæla mánadagin.

[object Object]
Støðan undan dystinum í kvøld 

FM1 sigur frá dystinum. Trygvi Absalonsen og Trygvi Mortensen fara at sita til reiðar við mikrofonirnar á Svangaskarði frá beint fyri klokkan 18.30

Lurta eftir FM1 her

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder