Hondbóltur

Elias aftur við einum braki móti Eisenach

Skaðadarvaði føroyingurin kom á vøllin miðskeiðis í 1. hálvleiki og varð toppskjútti í dystinum við átta málum. Nummar 71 hevði fimm upplegg - nøkur flott síggjast her. Tað rakk tó ikki til meira enn javnleik hjá Kiel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-05 12:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyriutan EM-endaspælið og ein stórdyst móti Magdeburg, hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu spælt lítið í 2025. Skotøkslin hevur verið ein afturvendandi trupulleikin hjá føroyska spælskiparanum, men nú er støðan so mikið fræg, at 23-ára gamli hoyvíkingurin er á vølli aftur.

Elias á Skipagøtu gjørdi mun eina løtu móti Melsungen síðsta viku, og í gjár átti nummar 71 høvuðsleiklut í, at THW Kiel vendi dystinum móti Eisenach so mikið, at heimaliðið fekk eitt stig.

Ikki nøktandi hjá Kiel, sum nú er seks stig frá Champions League-plássi

Tó skal staðfestast, at THW Kiel í tveimum førum kundi kenda seg heldur snýttan av videodómi - serliga tá Elias Ellefsen á Skipagøtu seint í dystinum varð dømdur fyri fet. Hetta var eftir, at útvísing varð dømd móti Eric Johansen (sæst frá 2.10)

Kanska føroyingurin framdi fet, men ein løgin videodøming. Síðani skoraði  Eisenach til 27-30, áðrenn Elias minkaði um munin, í næsta álopinum vann brotskast, sum Lukas Zerbe skoraði til 29-30 við. Í síðsta minutti javnaði Lukas Zerbe til 30-30, eisini við brotskasti.

Dramatiskur dystur og hetta var tann fyrsti við nógvari spælitíð til føroyska profilin í sjey vikur. Elias Ellefsen á Skipagøtu kom á vøllin eftir 14 minuttir. Kiel hevði fingið ringa byrjan, og nummar 71 var av álvara við at venda tí: 

Átta mál (toppskjútti í dystinum)fimm upplegg, vunnin brotskøst og vunnir bóltar.

Sí hagtøl her

Tvey av góðu uppleggunum hjá Eliasi síggjast á videobrotinum ovast  - er eisini á Youtube-síðuni hjá Dyn Handball

Sum thw-handball.de skrivar, so hevur Elias á Skipagøtu framvegis trupulleikar við økslini. Spurningurin er, hvussu hetta háttar seg næstu vikurnar. Um fimm vikur hittist føroyski landsliðshópurin til HM-røkkstøkk dystirnar. Ein á Skipagøtu í góðum skørum er sjálvandi stórur fyrimunur fyri Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder