Hondbóltskappingarárið er nú farið inn í avgerandi partin. Hálvfinaluliðini eru funnin, og í dag, 2. páskadag, verða fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá monnum spældar.
Hjá kvinnum er landsliðsvindeyga hesa vikuna. Føroyar spæla móti Íslandi við Tjarnir mikudagin og síðani í Montenegro sunnudagin. Úrslitini vera avgerandi fyri, hvørt Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember ella ikki.
Les eisini: Lagnudystur við Tjarnir mikudagin
Manslandslansliðið spælir sínar avgerandi undandystir í mai. Áðrenn tað verður greitt, hvør verður FM-vinnari á manssíðuni.
H71 og Kyndil vunnu seg beinleiðis í hálvfinalurnar við ávikavist 1. og 2. plássinum í grundspælinum, og skírisdag vunnu VÍF og StÍF sær eisini sæti.
Sí eisini:
StÍF í FM-hálvfinalunum eftir sannførandi sigur skíriskvøld
- Gott tað eydnaðist at koppa Neistanum á heimavølli
Nú er lagt í eldin til spennandi hálvfinalur. H71 vitjar VÍF í dag klokkan 16, og Kyndil spælir á Skála klokkan 20. Leygardagin verða umventu dystirnir - um sama lið vinnur tveir dystir hesa vikuna, so er tað liðið í FM-finalunum.
Skráin í dag - live.hsf.fo vísir dystirnar fyri eitt gjald:
![]()
Skíggjamynd: HSF
Í FM-hálvfinalunum verður spælt "best av trimum"/fyrst upp í tvey: Tey liðini, sum fyrst vinnur tveir dystir skal spæla í finalurøðini
Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald