Tveir dystir í 4. umfari í Meistaradeildini hjá monnum byrjaðu klokkan 15. Báðir endaðu við heimasigri.
At AB er komið væl upp í fremstu deildina aftur, vórðu tvær strikur settar undir á Argjum. 07 Veestur vitjaði og varð sent heim við 2-0 tapi. Ragnar Skála skoraði til 1-0 um miðjan 1. hálvleik, og í 54. minutti økti Sjúrður Henriksen: Besti spælari í deildini í mars var árvakin, tá bólturin stakk leystur í brotsteignum.
2-0 varð eisini endaliga úrslitið: Ein væluppiborin sigur hjá AB, sum fyri triðju ferð í ár hevur vunnið - uttan at lata mál inn.
Liðið hjá Øssuri Hansen blandar seg í løtuni í oddastríðið og fer sum tað minsta at liggja á 3. plássi, tá hetta umfarið er liðugt.
KÍ er í løtuni á 3. plássi, men HB ella B36 fer at yvirhála føroyameistararnir. Eftir tveir javnleikir á rað, megnaði KÍ í dag at fáa trý stig í hús.
Víkingur hevði sínar støður fyri steðgin, men tað var Patrik Johannesen, sum skoraði einasta málið á degnum. Hetta var eftir gott KÍ-spæl í høgru: Jóannes Kalsø Danielsen til Árna Frederiksberg, víðari til Patrik. Bárður á Reynatrøð brudi helst bjargað skotinum, men 1-0 varð tað og týðandi sigur hjá KÍ.
![]()
Patrik Johannesen skoraði sigursmálið í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nú spæla Skála og EB/Streymur týðandi botndyst á Skála, og klokkan 18 bresta grannarnir í Gundadali saman.
Beinleiðis frásøgn frá HB-B36 á FM1 - fylgi annars gongdini í dystunum ovast á Portalinum.
Skráin fyri dystirnar í 4. umfari í dag:
Mánadagin 6. apríl (2. Páskadag)
15.00:
KÍ - Víkingur 1-0 (1-0)
AB - 07 Vestur 2-0 (1-0)
17.15: Skála - EB/Streymur
18.00: HB - B36 (FM1)
Leygardagin 4. apríl
B68 - NSÍ 1-2 (0-1)
Sí eisini: NSÍ er nú oddalíð í Meistaradeildini
Frá nakað eftir klokkan 19.30 - eftir seinasta bríksl í Gundadali - verður tikið samanum á FM1 við sendingini "3. hálvleikur"
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald