Hondbóltur

Frá Hoydalar til hondbóltsbrak

Tjarnir verður karmur um avgerandi EM-undankappingardyst mikukvøldið, tá Ísland vitjar. Í dag vandi føroyska liðið har. Sí myndir.

Føroyski hópurin er hin sami sum til dystirnar móti Portugal í mars. Tá vunnu liðini hvør sín dyst. Føroyar kundu annars fingið EM-plássið í hús við sigri í seinna dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski hópurin er hin sami sum til dystirnar móti Portugal í mars. Tá vunnu liðini hvør sín dyst. Føroyar kundu annars fingið EM-plássið í hús við sigri í seinna dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-06 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið var høllin við Tjarnir karmur um stóra konsert við spírunum úr sjónvarpssendingini Hoydølum og øðrum.

Sí myndir: Hoydalar-brak við Tjarnir

Mikukvøldið verður nakað ítróttarligt uppá spæl, tá føroysku hondbóltskvinnurnar spæla um pláss í EM-endaspælið seinni í ár: Vinna tær á Íslandi, so er EM-plássið við yvir 99 prosent vissu heima. 

Føroyski hópurin er hin sami sum til dystirnar móti Portugal í mars. Tá vunnu liðini hvør sín dyst. Føroyar kundu annars fingið EM-plássið í hús við sigri í seinna dystinum, og tær hjá Føroyum kundu ikki vera nøgdar við sítt álopsavrik.

Í dag vandi Annika Fríðheim Petersen ikki við. Royndi málverjin hevur verið rakt av sjúku seinastu dagarnar, og hóast støðan er betri, so vandi Gylta Djurhuus á Neystabø ístaðin. Ungi málverin úr Kyndli vísti, at hon er til reiðar, tá boð er fyri henni.

Arbeitt varð millum annað við kontra-spælinum og aðru bylgju, umframt sjálvum álopsspælinum. Hesi skulu betrast til dystin móti Íslandi, sum eisini hevur so at siga alt uppá spæl.

Nakrir ungdómslandsliðsspælarar hjá dreingjum vandu við.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók við Tjarnir, niðast

Hoyr og sí eisini samrøðu við Súnu Krossteig Hansen, sum vit gjørdu undan venjingini:

- Vit eru svangar at vísa okkum sum ta betra liðið

Sí eisini: Kavi og vindur í Keflavík: Íslendska liðið noyddist við Atlantic

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder