Í morgin, mikukvøldið, klokkan 19 bresta føroysku og íslendsku hondbóltskvinnurnar saman við Tjarnir, har eitt EM-pláss er uppá spæl.
Les meira: Lagnudystur við Tjarnir mikudagin
Myndir: Frá Hoydølum til hondbóltsbrak
FM1 sigur sjálvandi frá tí týðandi dystinum, samstundis sum Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum. Og í dag halda vit fram við at hita upp.
Hetta gera vit fyrst saman við landsliðsprofilunum Rakul Wardum og Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum vitja FM1-rásarúmið klokkan 11. Har fara málverjin og bakspælarin millum annað at seta orð á gongdina hjá landsliðnum, og hvussu tær síggja fram til Føroyar - Ísland í morgin, har ein sigur sendir Føroyar til enn eitt endaspæl.
Eisini verður ítróttarstjórin í Hondbóltssambandi Føroya, Mark Lausen-Marcher, við í beinleiðis útvarpssendingini.
![]()
Mark Lausen-Marcher undir HM-endaspælinum í november-desember. Ítróttastjórin vónar sjálvandi, at føroysku kvinnurnar triðja árið á rað skulu til eitt endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Súna Krossteig Hansen: - Eru svangar at okkum sum ta betra liðið (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald