Í kvøld klokkan 19 bresta Føroyar og Ísland saman við Tjarnir í næstseinasta umfari í EM-undankappingarbólki 4.
Ein spennandi og inntens grannauppgerð er í væntu. Vinnarin sleppur mest sannlíkt til EM-endaspælið í desember - fyri Føroyar er plássið so at siga í hús, um tað eins og á útivølli í 1. umfari í oktober í fjør, eydnast at basa grannunum fyri vestan. Eitt stig burdi eisini tryggja tað.
Støðan í bólkinum eftir fýra av seks umførum:
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig *
4. Ísland 2 stig
Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum
Dysturin í oktober (24-22 til Føroyar) er annars einasta ferðin higartil, at eitt føroyskt A-landslið í hondbólti hevur vunnið kappingardyst á Íslandi.
![]()
![]()
Stórur føroyskur fagnaður í Reykjavík í 1. umfari í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani dystin í Reykjavík, hava íslendsku kvinnurnar bast Føroyum tvær ferðir: Í venjingardysti við Tjarnir beint undan HM-endaspælinum og í seinasta dystinum í HM-endaspælinum, sum eisini var uttan stóra týdningin.
Myndir. Tær eru til reiðar til grannabrak við Tjarnir
Rakul og Maria: - Eru klárar at avgera alt í Føroyum
Súna Krossteig Hansen: - Eru svangar at vísa okkum sum ta betra liðið (Video)
Nú er so at siga alt uppá spæl, og Portalurin og FM1 fara at fylgja væl við, nú farið verður eftir enn einum endaspælsplássi.
Siga frá á FM1 - við upptakt - og koyra alt kvøldið á Portalinum
Pætur Nolsøe og Ári Egason siga frá á FM1, og byrjað verður við upptakt av svalanum við Tjarnir klokkan 18. Tá vitja eisini aðrir gestir, og vit hoyra samrøður frá spælarum.
Beinleiðis bloggur við myndum og stuttum frágreiðingum frá dystinum verður á Portalinum í kvøld. Livescore er á forsíðuni, og aftaná taka vit samanum við samrøðum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald