Hondbóltur

Champions League: Óli og teir spæla fyri fjórðingsfinaluplássi í Fraklandi

Dysturin byrjar klokkan 19.45 og sæst á DR2. GOG tveitti sigurin burtur í heimadystinum, men bert eitt mál skilur liðið av Fjóni og franska Nantes.

2026-04-08 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spælir GOG seinna dystin í play-off umfarinum (áttandapartsfinalunum) í Champions League. 

Dysturin verður í Nantes, har eitt av fronsku stórfelagnum tekur ímóti spennandi liðnum av Fjóni.

Óli Mittún hevur havt eitt ógvuliga gott fyrsta ár í Champions League, og skal tað halda fram, so er neyðugt, at GOG vinnur í kvøld.

Danska liðið var á odda við tveimum málum, tá farið var undir seinasta minuttin í fyrra dystinum, men tað endaði við 34-33 sigri til Nantes.

Hæddarpunkt: Óli Mittún og teir mistu góða fyrimunin móti fronskum stórfelagi

Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og sæst hann á DR2/DRTV 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder