Ein valdsframsýning - uppá tann góða mátan - hetta váta og kalda aprílkvøldið. Eitt satt flog og ein serføroyskur vilji sást gjøgnum dystin, og eins og í Reykjavík í 1. umfari í kappingini syftu Føroyar grannunum fyri vestan í týðandi dysti.
Hesaferð var tað uppaftur meira sannførandi. Føroysk yvirvág í 1. hálvleiki (18-16 í steðginum) vegna frálíkt álopsspæl og góða kontrafasu - og ein verjupart sum veruliga kom í gongd um miðjan hálvleik. Har gjørdi Annika Fríðheim Petersen stóran mun: Samanlagt 12 bjargingar frá málverjanum við hálsbruna, sum so at siga ikki hevur vant seinastu tíðina.
Talan var um satt og sterkt liðavrik, men har serliga Pernille Brandenborg og Jana Mittún skinu. Liðskiparin vísti vegin á so mangan hátt og mest sjónligt við tólv málum - uppá tólv skot. Nummar 77 var eisini í heilt aðrari útgávu enn móti Portugal og átti lyklaleiklut í kontraspælinum.
![]()
Jana Mittún í gleðsrúsi: 7 mál og 7 upplegg frá nummar 77 (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir nakrar minuttir í 2. hálvleiki fóru Føroyar frá, og tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi.
Spælið var sannførandi og við stórum yvirskoti. Hetta vísti stinna Súna Hansen millum annað við einum gjøgnumbroti og lobbi, vælupplagda Maria Pálsdóttir Nólsoy við gjøgnumbroti og høggi upp í horni, og Rannvá Olsen við tryggum vong- og kontramálum.
Í miðverjuni var Lív Zachariasen aftur ein brandur, og Claus Mogensen og lívligu fjeppararnir kundu fegin hyggja at, sum tíðin gekk.
Móti endnaum kom serliga Natasja Hammer inn við yvirskoti, og tað endaði 35-30. Tað kundi verið meira - tað var høgur føroyskur klassi við Tjarnir. Eitt avrik á EM-stigi.
Hetta er fyrstu ferð, at føroysku kvinnurnar vinna tríggjar dystir í somu undankapping, og skulu tær eftir øllum at døma til triðja endaspælið á rað í desember.
Meira seinni á Portalinum
---------------------------------------------------------
EM-undankappingarbólkur 4, fimta umfar av seks
Mikudagin 8. apríl við Tjarnir
Føroyar - Ísland 35-30 (18-16)
Dystargongdin:
5 min: 4-2
10 min: 7-7
15 min: 10-12
20 min: 13-13
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 19-18
40 min: 23-19
45 min: 26-22
50 min: 29-23
55 min: 32-27
60 min: 35-30
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernille Brandenborg 12 (av 12) - dagsins spælari
Jana Mittún 7 - flest upplegg við 7
Rannvá Olsen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Natasja Hammer 2
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12/30 (40 prosent)
Rakul Wardum 2/14
Støðan í bólkinum
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig *
* Ein dyst fleiri
Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum
Portugal tekur ímóti Montenegro í morgin, hósdagin 9. apríl, klokkan 19. Tá kann tað gerast endaliga staðfest, at Føroyar skulu til EM 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald