Hondbóltur

Video: - Vit høvdu nakað at prógva

Vildu geva áskoðarunum nakað, staðfesti Jana Mittún, sum spældi ein frálíkan dyst í føroyska 35-30 sigrinum á Íslandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-08 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit gera hvørja aðra góða í dag.

Jana Mittún hevði sjey mál og eins nógv upplegg í flotta føroyska sigrinum, ið so gott sum tryggjaði EM-plássið.

Hetta var nakað annað enn í dystinum móti Portugal í mai, og føroyska liðið hevði eisini nakað at prógva, staðfesti profilurin sum spældi ein stóran dysti í bakketuni og í kontraspælinum.

Sí alla samrøðuna ovast

---------------------------------------------------------------

---------------------------------------

EM-undankappingarbólkur 4, fimta umfar av seks
Mikudagin 8. apríl við Tjarnir
Føroyar - Ísland 35-30 (18-16)

Dystargongdin:

5 min: 4-2
10 min: 7-7
15 min: 10-12
20 min: 13-13
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 19-18
40 min: 23-19
45 min: 26-22
50 min: 29-23
55 min: 32-27
60 min: 35-30

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Pernille Brandenborg 12 (av 12) - dagsins spælari
Jana Mittún 7 - flest upplegg við 7 
Rannvá Olsen 5 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Natasja Hammer 2

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12/30 (40 prosent)
Rakul Wardum 2/14

Støðan í bólkinum 

1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig 
4. Ísland 2 stig *

* Ein dyst fleiri

Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum

Portugal tekur ímóti Montenegro í morgin, hósdagin 9. apríl, klokkan 19. Tá kann tað gerast endaliga staðfest, at Føroyar skulu til EM 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder