Hondbóltur

GOG úti av Champions League - Óli Mittún út við skaða í hondini

- Eg lendi á vinstru hond og fái ilt í fingrarnar. Stendur ikki so væl til nú, men mugu síggja hvørjum standi hondin er í hósdagin og vóna tað besta, segði føroyingurin eftir 40-28 tapið í Fraklandi.

Óli Mittún eftir harða takkling móti Slovenia í EM-endaspælinum. Nú fekk føroyska stjørnan ein snudd (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/jn.fo)

Óli Mittún eftir harða takkling móti Slovenia í EM-endaspælinum. Nú fekk føroyska stjørnan ein snudd (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/jn.fo)

2026-04-09 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er ikki so bangin fyri at missa fleiri dystir í endaspælinum í Danmark, men føroyingurin fekk ilt í fingrarnar og trupulleikar við hondini, tá GOG í gjárkvøldið spældi í Fraklandi.

- Eg haldi ikki, at eg stúri fyri endaspælinum. Eg havi sjálvdan verið skaddur so veit ikki so nógv um slíkar skaðar. Men fysioterapeuturin segði, at tað sá fínt út - í øllum førum at tað ikki var nakað brot.

- Men vit mugu síggja, millum annað hvussu hovnað hondin er hósdagin. Eg haldi, at hon er okay - ella tað vóna vit í øllum førum.

Tað er TV2sport, sum hevur tosað við Óla Mittún. Hetta eftir lemjandi 40-28 tapið í Fraklandi, sum gjørdi, at GOG ikki var nær við at koma í Champions League-fjórðingsfinaluna, tá samaum kom. Óli og teir taptu við einum máli í fyrra dystinum á heimavølli, og í gjárkvøldið syfti franska stórfelagið GOG fullkomiliga í seinna dystinum í play-off umfarinum (áttandapartsfinalunum).

Tað var ein stórur smeitur fyri GOG, at føroyska stjørnan noyddist av vølli so tíðliga, fyri síðani bert at spæla avmarka. Óli Mittún er bert skrásettur fyri eitt skot í dystinum.

- Eg lendi á vinstru hond og fái ilt í fingrarnar. Eg veit ikki, um tað er ein verjuspælari, ið lendir á hongini, men tað stendur ikki so væl til har nú. Men vit mugu síggja, hvussu hon hevur tað í morgin, segði føroyingurin við TV2 eftir stórtapið.

GOG spælir móti Fredericia leygardagin í 2. umfari av seks í danska endaspælinum. Ivamál er um Óla Mittún í løtuni. Føroyar spæla um HM-pláss um fimm vikur.

Sí eisini: Átta ferðir átta Óli Mittún

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder