Ikki nógvar tímar eftir sannførandi sigurin á Íslandi, var skúlavitjan á skránni hjá føroysku hondbóltskvinnunum.
Myndir: Seinasti dansurin hjá Bjartu við Tjarnir
Sí eisini: - Alt gekk upp í eina hægri eind
Ein slík vitjan er altíð partur av skránni hjá A-landsliðnum, og í dag stóð "Lítlskúli" fyri skotum. Næmingarnir, sum ganga har, sluppu at heilsa uppá føroysku kvinnurnar, sum skjótt aftur kunnu hugsa um endaspæl.
Hondbóltssambandið skrivar, at børnini sungu fyri teimum, spurningar vóru settir og til síðst fingu øll høvi at fáa autograf frá kvinnunum.
Sí myndir hjá HSF
Føroyska liðið hevur havt styrkivenjing í dag. Tíðliga í morginárini gongur leiðin til Montenegro - umvegis Keypmannahavn og Wien. Seinasti dysturin í hesari EM-undankappingini verður spældur í Podgoricia sunnudagin.
Portalurin og FM1 vera við á ferðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald